Pól Jóhannus við fyri Hendrik

Føroyska fótbóltslandsliðið spælir venjingardyst í móti Skotlandi týskvøldið. Hendrik Rubbeksen, sum hevur verið partur av landsliðnum seinastu tíðina, taldist eisini millum teir 18, Brian Kerr ynskti at hava við sær til Skotlands.

Síðani hevur vongverjin givið avboð vegna skaða, og landsliðsvenjarin hevur tí sent boð eftir Pól Jóhannus Justinussen, sum herfyri skifti frá B68 til íslendska Val.