Ein vánalig aðalroynd er gott tekin um, at tað fer at roynast væl, tá ið tað ræður um. Soleiðis plagar at verða tikið til, og so er at vóna, at tað verður soleiðis hjá AaB og Pól Jóhannusi Justinussen.
Leygardagin var síðsti venjingardysturin á skránni, og sunnudagin verður fyrsti landskappingardysturin eftir vetrarsteðgin. Sunnudagin verður AaB vertur, tá ið toppliðið og stórfavoritturin at vinna enn eitt meistaraheiti, FCK, fer at vitja í Aalborg.
Seinasti venjingardysturin var á dystarvøllinum í Aalborg leygardagin, har Djurgaarden IF úr Stokholm vitjaði. Fyrrverandi stórliðið í Svøríki megnaði akkurát at bjarga sær sessin í bestu deildini síðsta heyst. Eftir sera soltna byrjan varð Magnus Pehrsson, sum áður hevur verið venjari í AaB, settur sum venjari, og tað royndist betri hjá honum, enn tað gjørdi í Aalborg, har hann fekk sekkin.
Pól Jóhannus Justinussen var als ikki á vøllinum leygardagin. Hann varð eitt sindur skaddur á venjingarleguni í Portugal, og AaB venjarin, Kent Nielsen, hevði ikki føroyska spælaran á liðnum. Tríggir spælarar skiftust at røkja bæði plássini í miðverjuni, og tað gekk ikki meiri enn passaligt. Djurgaarden vann 2-0, og í báðum førum var talan um ikki serliga sannførandi avrik hjá miðverjunum.
Hóast hann neyvan verður millum teir fyrstu ellivu sunnudagin, so heldur Pól Jóhannus, at tað skjótt fer at verða pláss fyri honum:
- Tað verður torført at koma á liðið, men eg eri klárur, og eg ætli mær at taka av møguleikanum, tá ið hann kemur. At eg umframt í miðverjuni havi royndir í vinstru síðu ber við sær, at talan verður um fleiri møguleikar, men eg kenni meg best í miðverjuni, segði Pól Jóhannus Justinussen í gjár við tipsbladet.dk.
Í gjár vandi AaB í Hadsund, har ikki færri enn 500 fjepparar møttu upp at hyggja at venjingini og at fáa autograf frá føroyska spælaranum og liðfeløgum hansara. Dreymurin um at liva sum fulltíðar yrkisspælari er í løtuni veruleiki. Takið er nú at sleppa framat á besta liðnum!










