Føroyski landsliðsleikarin, Pól Jóhannus Justinussen, spældi allan dystin, tá eykaliðið hjá AaB í venjingardysti í dag vann 2-0 á FC Hjørring. Heimasíðan hjá AaB letur væl at avrikinum hjá Pól Jóhannusi.
Pól Jóhannus Justinussen venur í hesum døgum við danska superliga liðnum, AaB. Hann hevur seinasta kappingarárið spælt við íslendska Valur, men sum skilst so er felagið komið í fíggjarligt óføri.
Eykaliðið hjá AaB spældi í dag ein venjingdyst móti FC Hjørring. AaB vann dystin 2-0 við málum sum Jeppe Curth og Rolf Toft skoraðu. Heimasíðan hjá AaB skrivar í endanum av dystarfrágreiðingini at Pól Jóhannus efterlod et fint indtryk.