Pól Jóhannus sloppin av við skaðan

Fótbóltur: Pól Jóhannus Justinussen er vorðin frískur eftir skaða í fótinum og venur nú aftur við liðfeløgunum í AaB

Tað var fyri góðari viku síðani, at føroyski landsliðsleikarin, Pól Jóhannus Justinussen, skeiklaði sær fótin undir venjing og mátti halda steðg. Hann er nú komin fyri seg og byrjaði í gjár at venja við liðfeløgunum aftur. Skaðasteðgurin gjørdist tískil seks dagar langur.
Pól Jóhannus hugsavnar seg í løtuni um nýggja felag sítt og er tískil ikki við á venjingarleguni hjá landsliðnum í La Manga. Hann hevur júst verið á venjingarlegu við AaB í Algarve í Portugal, og er hann eftir fleiri dystum í beinunum eisini inni í myndini at spæla við leygardagin, tá ið hann og liðfelagarnir heima í Aalborg hitta svenska Djurgården í venjingardysti.