Føroyski landsliðsleikarin, Pól Jóhannus Justinussen, heldur fram í NSÍ. Tað skrivar felagið á heimasíðu sínari í kvøld. Talan er um ein tvey ára sáttmála.
Pól Jóhannus Justinussen er ein av teimum føstu fúsu hjá steypavinnarunum, og hann hevur í ár skotið fimm mál í Effodeildini umframt eitt mál í steypakappingini.
28 ára gamli miðvallarin hevur tilsamans spælt 227 dystir í bestu deildini. Umframt NSÍ, so hevur hann eisini roynt seg í GÍ, B68 og EB/Streymi.