Pól Jóhannus ikki uppgivið dreymin

Pól Jóhannus Justinussen skrivaði fyri kortum undir sáttmála við NSÍ fyri restina av hesum kappingarárinum, men krút sterki glyvramaðurin hevur framvegis mót upp á at royna seg uttanfyri Føroyar.

 

Pól Jóhannus Justinussen varð leysgivin í AaB og hevur síðani vant við NSÍ. Landsliðsleikarin hevur seinasta hálva árið verið í Aalborg, men tað bleiv bara til nakrar fáar minuttir á besta liðnum.

 

- Fyri meg var tíðin í AaB ein læru prosess. AaB er eitt gott felag at menna seg í. Tú lærir nógv um hvat tú skalt og ikki skal. Eg haldi sjálvur, at eg havi fingið nógv burtur úr sjálvt um eg bara var har í eitt hálvt ár, sigur Pól Jóhannus Justinussen.

 

Pól Jóhannus hevur ikki uppgivið dreymin um at spæla yrkisfótbólt uttanfyri landoddarnir.

 

- Fái eg møguleikan, so fari eg, men tað má verða eitt gott felag har eg eisini kann fáa spælitíð, sigur nýggi NSÍ leikarin.

 

Tað er vegna vantaði møguleikar, at Pól Jóhannus hevur valt at koma aftur til Føroyar og spæla í eina tíð.

 

- Eg havi valt at koma aftur til NSÍ tí eg ikki hevði nakrar aðar møguleikar. Eg mátti koma aftur til Føroyar og fáa nakrar dystir í beinini, so eg kann halda meg í form og landsliðið skal eisini spæla spennandi dystir í næstum, sigur Pól Jóhannus.

 

Pól Jóhannus spældi í gjár við NSÍ, tá teir vunnu 4-2 á HB í Gundadali, men hví hevur glyvramaðurin valt NSÍ?

 

- Eg byrjaði at venja við NSÍ og mær dámar væl her. Her eru nakrir góðir liðfelagir og stemningurin er góður. Her eru nakir ungir leikarar, sum koma at spæla í nógv ár afturat og tað sær spennandi út, sigur Pól Jóhannus.

 

Pól Jóhannus byrjaði inni í álopinum og var miðskeiðis í seinna hálvleiki fluttur í miðverjuna. Hann hevur eisini spælt á vinstra bakki og í vinstra borið. Men hvar á vøllinum hevur Pól Jóhannus besta hug at spæla?

 

- Eg havi spælt fyri tað mesta í miðverjuni og á vinstra bakki. Men tú lærir nógv av at spæla á ymiskum plássum. Skal eg velja eitt pláss á vøllinum, so er tað vinstri bakkur. Tað spældi eg eisini í AaB, sigur Pól Jóhannus.

 

Landsliðsleikarin hevði heldur ikki trupulleikar av at manna seg upp til dystin, hóast hann júst er komin heim aftur at spæla.

 

- Eg var tendraður til dystin og eg haldi ikki at støðið er so lágt í Føoyum, sum summi halda. Tað er ein likamliga sterka deild og fótbólturin er heilt øðrvísi enn á grasinum í Danmark, sigur Pól Jóhannus Justinussen at enda.

 

NSÍ vann í gjár 4-2 á HB og Pól Jóhannus skoraði eitt mál.

 

Mynd: www.nsi.fo (Pól Jóhannus er næstur frá høgru)