Pól Jóhannus fyri fimtu ferð

AB stóð langt afturi á vøllinum, tá teir vitjaðu í Gøtu í dag. Nýggi venjarin, Sigfríður Clementsen, tóktist at vilja hava lagt menn sínar eina við, at standa rætt og spæla trygt. Hetta eydnaðist eisini partvíst væl, men GÍ megnaði tó at koma til fleiri kjansir ? serliga høvdu teir gulu og bláu nógv hornaspørk. Men teir komu tó ongantíð so nær, at tað av álvara gjørdist vandamikið.

GÍ var omaná, eisini í seinna hálvleiki, men tað var kortini AB, sum legði seg á odda, tá seinni hálvleikur var gott og væl hálvrunnin. Bjarni Jørgensen legði ein høgan bólt inn fyri, og hesin endaði onkursvegna inni í málinum.

 

GÍ hevði inn til tá hildið eitt støðugt trýst á AB-málið, og hesum hildu teir áframt við. Tað gav av at býta, tá Pól Jóhannus Justinussen nakrar minuttir fyri leiklok fekk bóltin í netið til javnleik 1-1. Fimta málið hjá unga runavíkinginum í Gøtu á rað ? hesaferð sparkaði hann tó bóltin í netið, tá hann staðfesti, at tað liðini bæði skuldu býta stigini í Gøtu í dag.