Føroyski verjuspælarin hevur enn ikki verið á vøllinum fyri AaB, men hann er við í hópinum, sum fær vitjan av Brøndby seinnapartin.
Kent Nielsen, venjari hjá AaB, ásannar, at verjuspælið skal rigga, um teir skulu fáa nakað burtur úr í dag.
- Brøndby hevur síni bestu kort í sínum offensiva spæli, so vit skulu vera til reiðar. Hinvegin verður tað ein avbjóðing hjá teimum at verja fyri okkara offensivu spælarum, sigur Kent Nielsen við heimasíðuna hjá AaB.
Spurningurin er so, um tað er seinnapartin, at hann fær møguleikan fyri fyrstu ferð.
Dysturin byrjar klokkan 15.00 føroyska tíð.