Pól, hin kuli giraffurin

Pól, hin kuli giraffurin er onnur bókin hjá Bárði Oskarsson, sum hann hevur skrivað og myndprýtt. Hin fyrra, Ein hundur, ein ketta og ein mús, gav honum Barnabókavirðisløn Útnorðurráðsins.

Pól er, sum hann er. Hann ger, sum hann sjálvur vil, og millum annað etur hann tann mat, honum lystir, og ikki bara bløð, sum allir hinir giraffarnir plaga at gera. Men tað hevur eisini við sær, at hinir giraffarnir halda hann vera løgnan.

Nýggja bókin hjá Bárði er 32 bls. og innbundin.