Tað er omanfyri ein mánaði síðani Pál Joensen svam undir kravtíðina til at luttaka í OL, men tað var ikki fyrr enn í dag, at Pál Joensen endaliga fekk sítt OL-atgongumerki. Hann var nevniliga ein av teimum 18 íðkarunum, sum í dag av danska ítróttarsambandinum formliga vórðu úttiknir til OL í London, sum byrjar um minni enn 100 dagar.
Danmark hevur nú í alt 28 luttakarar til reiðar til OL, men enn kunnu fleiri gera seg galdandi.
Pál Joensen luttekur í 400m frí, 1500m frí og 4x200m frí saman við Anders Lie, Daniel Skaaning og Mads Glæsner.