Pál hølvaði alt av í Suðurafrika

Pál Joensen vann í kvøld gull í 800 metra frí finaluni á suðurafrikansku meistarastevnuni á langgeil, sum er í Durban í hesum døgum.

 

Svimjing.com skrivar, at tíðin hjá Pál er eitt sindur frá føroyska metinum hjá honum, sum er 7:54.40 frá DM í Esbjerg í fjør, men tó so ein sterk tíð, um samanborðið verður við hvussu restin av heimselituni hjá serliga monnum svimur, nú superdraktirnar eru burtur.

 

Almenna tíðin hjá Pál í kvøld var 7:58.95.