Pál í hølunum á heimsmeistaranum

Pál Joensen var í harðari kapping við millum annað heimsmeistaran Oussama Mellouli, og ímóti langteinarum í heimsklassa sum ikki áðrenn høvdu svomið bæði í Monaco og Barcelona.

 

Pál kappaðist í 400 og 1500 metra frísvimjing, á hesi síðstu av trimum Mare Nostrum stevnum.

 

Pál megnaði at koma í finaluna í 400 frí leygarmorgun, og gjørdist síðani leygardag seinnapart nummar 5 í finaluni. Tíðin var 3:54.54, har franski Sébastien Rouault, sum ikki hevði svomið á hinum báðum stevnunum, vann gull við 3:50.97, tunesiski Oussama Mellouli silvur við 3:51.02, skotski David Carry bronsu við 3:52.55, og tunesiski Ahmed Mathlouthi varð nummar 4 við 3:52.97.

 

Sunnudag var so finalan í 1500 metra frísvimjing.

 

Franski Pannier legði harðast fyri, og førdi rættiliga greitt longu eftir 200 metrum, við Páli í hølunum og Rouault og Mellouli eitt sindur longri afturi. Eftir fyrstu 500 byrjaði munurin tó rættiliga skjótt at minka millum Pannier og Joensen, til Pál førdi við 900, 1000 og 1100 metrum. Men við umleið 1000 metrar byrjaði Mellouli at rykkja, og hálaði Rouault við sær, soleiðis at Mellouli yvirhálaði Pál og førdi við 1200, við Rouault sum nummar 2 og Pál sum nummar 3. Og umleið við 1300 yvirhálaði Rouault so endaliga Mellouli, fyri síðani at fara frá hinum teir síðstu 200 metrarnar. Við endaúrslitinum at Sébastien Rouault vann gull, Oussama Mellouli silvur og Pál Joensen bronsuheiðursmerki.