Pál gjørdi tað aftur

Eftir framúr spennandi 400 meturin í gjár, var talan at kalla um klassamun, tá 1.500 metrar skuldu svimjast í dag.

Pál fekk fyrstu góðu løtuna harða kapping, men seinna helmingin av teininum var føroyski gullfiskurin mest sum solo, og hann kom á mál nærum seks sekund undan næsta svimjaranum.

Og enn hevur Pál møguleikanum til eitt gullmerki afturat. Leygardagin verður nevnliga kappast á 800 metra teininum.