SVIMJING
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Seinast Norðurlendsku Junior Meistarakapping (NJM) var í Føroyum var í 1993, og eru føroyingar, síðan tá, vorðnir sterkari og sterkari. Síðsta ár (í Finnlandi) vunnu okkara 4 bronsu, og árið frammanundan 1 silvur.
Men í ár, tann 1. og 2. desembur, ætla føroyingar tað enn betur. Og vónin liggur í Páli Joensen sum í løtuni liggur nr.1 í øllum Evropa í teinunum 400, 800 og 1500m frísvimjing fyri unglingar (tað er dreingir upp til 18 ár) Pál verður 17 ár t.10. desembur í ár, so har er nógv gott í væntu frá honum framyvir.
Pál Joensen royndi seg í vikuskiftinum, fyri at testa formin,eftir nøkrum metum sum hava staðið í 10 ár. Tað var í 200 og 400 m blandað hjá monnum. Tað eydnaðist stak væl, og Pál "sorlaði" eisini metið í 200m firvald.
Pál er nærum frísvimjari burturav, so úrslitini í vikuskiftinum vísa veruliga hvussu væl hann er fyri í løtuni.
Nakað fyri seg
Samanlagt vann SuSvim kappingina í Klaksvík. Serliga vegna avbera flottu úrslitum hjá ungum evnaríkum svimjarum sum t.d.13 ára gamla Sofusi Bech úr Porkeri. Sofus vann allar frí kappingarnar hann svam frá 50 til 400 m, og tá er hann yngstur í sínum bólki sum er bólkur 4, dreingir 13-14 ár. Teir meira royndu svimjararnir sum Shaila millum Garðarnar, Dánjal Martin Hofgaard, Malan V. Bærendsen og Mona Simonsen vunnu sjálvandi nærum alt tey rørdu við, og ein klassamunur byrjar at vísa seg ímillum SuSvim og restina av Føroyum.
Samanlegging av nógvum evnaríkum ungfólki, ber ávøkst!!
Hollur stuðul
Jón Bjarnason vil vera við at stuðulin frá kommunum, skúlum og starvsfólki í svimjihallum í oynni, umframt gott fólk í nevndini, ið hava gjørt eitt megnar erbeiði, hevur viðvirka til at SuSvim hevur rokkið so ómetaliga góðum úrslitum innan svimjiítróttina í Føroyum.
-Vælvild frá kommununum, Vágs Skúla og ikki minst starvsfólki í Vágs Svimjihøll spælir sín stóra leiklut í framúr góðu úrslitunum sum vit nú síggja. Eins og ein vælvirkandi nevnd við fólki úr allari oynni ger tað ein kann vænta, og so eitt vet meira. Og fyri tað kann eg sum venjari bara vera avbera takksamur, sigur Jón Bjarnason.
Í Faktaboks:
Tíðinar, ið Pál vann við, vóru:
200m firvald: 2:11:03 Gamla metið var 2:14:92 og hana átti Kári á Høvdanum úr Ægir frá 2006
200m blandað: 2:11:33 Gamla metið var 2:12:19 og hana átti Kristian Martin Joensen úr Havnar svimjifelag frá OYL. 1997
400m blandað: 4:37:01 Gamla metið var 4:39:08 og hana átti Kristian Martin Joensen úr Havnar svimjifelag frá FM. 1997.