Pól gevst á landsliðnum

Eftir sjey ár í føroyska landsliðshópinum og 37 skrásettar landsdystir, er hugurin ikki longur tann sami, sum hann hevur verið, sigur vágbingurin,

Landsliðsavboð

Enn hava landsliðsvenjararnir ikki almannakunngjørt hópin, sum skal royna seg móti Sveis í næstum. Men tað stendur greitt, at í øllum førum eitt navn av teimum, sum plaga at mynda hópin, ikki verður við hesaferð.
Pól Thorsteinsson hevur nevnliga tikið avgerð um, at hann ikki longur fer at verða partur av liðnum, og í farnu viku gav hann landsliðsvenjarunum boð um hetta.
- Tað er ikki longur eins spennandi at vera við á fótbóltslandsliðnum, og fyri mítt viðkomandi má eg siga, at eg ikki longur síggi meg føran fyri at nýta ta tíðina, sum krevst til hetta, sigur Pól, tá vit tosaðu við hann um orsøkirnar til avboðið, sum nú er veruleiki.
Seinastu tvey árini hevur verjuskanin, sum nú eisini er liðskipari hjá B36, verið nógv plágaður av skaðum, men sjálvur sigur hann, at hetta ikki er nakað, sum hevur skundað undir avgerðina.
- Als ikki. Skaðarnir hava sjálvandi darvað nakað, men eg vil gjarna leggja dent á, talan er um eina væl umhugsaða avgerð. Longu eftir seinasta dystin í fjør hevði eg ætlanir um at gevast, men tá vildi eg geva tí ein møguleika afturat. Eg helt kanska, at við einum hálvum ári til komandi dystin, fór hugurin at koma aftur, men nú kann eg bara staðfesta, at soleiðis var ikki.
- Hinvegin ger hetta kanska eisini, at avgerðin hevur verið lættari hjá mær at taka. Nú havi eg sjálvur tikið avgerðina um at gevast, og tað er hóast alt lættari, enn um onnur høvdu sagt mær, at eg ikki longur var nóg góður, staðfestir Pól Thorsteinsson.

Malta var tað størsat
Hóast hugurin at dríva fótbóltin somikið hart, ikki longur er tann sami, sum hann hevur verð, so dylir Pól ikki fyri, at hann hevur verið fegin um tíðina á landsliðnum.
- Tað er jú klárt, at tað liggja nógv góð minni eftir, og fyri meg er tað so, at eitt lok nú er lagt á ein heilan kapittul av lívinum hjá mær.
Um tú skalt taka nakað burturúr ? hvør hevur so størsta einstaka upplivingin verið?
- Har hava sjálvandi verið nógv góð minni, men skal eg taka nakað burturúr, so verða tað tveir dystir í byrjanini av landsliðsleiðini hjá mær. Útidysturin á Malta var fyrsti landsdysturin hjá mær, og tað var sjálvandi nakað serligt. Men hartil haldi eg eisini, at returdysturin móti Malta var nakað fyri seg. Hetta var bara triði dysturin hjá mær, og vit vunnu so 2-1 fyri einum fullsettum stadion. Tað var heilt fantastiskt.
- Og so merkti hetta jú eisini, at eg eftir tveir undankappingardystir bara hevði roynt at vinna ? men tann parturin broyttist so nakað síðani, sigur hann flennandi.
Eitt er at spæla á landsliðnum. Annað er at fylgja við í dystunum hjá hesum, og her ivast Pól heldur ikki í, at hann fer at hava ein leiklut framyvir.
- Sjálvandi fer man tað. Til heimadystirnar verið eg so heilt víst millum áskoðararnar, og hvør veit. Kanska verður tað eisini til onkran av útidysturnum, soleiðis sum fleiri aðrir spælarar eisini hava gjørt tað.
Pól Thorsteinsson spældi fyrsta landsdystin fyri Føroyar tann 30. apríl í 1997, tá Føroyar við málum frá Øssuri Hansen og Toda Jónsson vunnu 2-1 á Malta. 37. og seinasti dysturin var í fjør heyst, tá Føroyar taptu 2-0 í Dublin.