Svimjing
Føroysku svimjarnir heystaði inn nógv heiðursmerki í kappingini Reykjavík Insternational, sum var farna vikuskiftið. Pál Joensen vann 5 gull og 2 silvur í tí opna bólkinum hjá monnum. Venjarin hjá Páli, Jón Bjarnason var ikki nøgdur við venjingina Pál Joensen hevði fingið í kappingini, og sendi hann Pál í hylin at venja aftaná lokna kapping. Í sama bólki vann Magnus Jákupsson 2 silvur. Í dreingjabólkinum vann Eyðbjørn Joensen eina silvur og eina bronsu. Ì opna bólkinum hjá kvinnum vann Sheila millum Garðarnar tvær bronsu. Í gentubólkinum vann Paula Mohr 4 silvur og eina bronsu, og Birta Debes vann eina silvur og eina bronsu. Pál Joensen vann sær 700 evrur fyri at fremja tað næstbesta avrikið í allari kappingini. Hetta avrikið framdi Pál Joensen í 400 metrar frí.
Føroysku heiðursmerkini vóru:
Svimjarar føddir 1994 og eldri ...
Gull
• 1500 frí, Pál Joensen (1990), 15:40.93 (stevnumet)
• 400 frí, Pál Joensen (1990), 3:53.71 (stevnumet)
• 200 rygg, Pál Joensen (1990), 2:17.73
• 200 frí, Pál Joensen (1990), 1:53.53
Silvur
• 800 frí, Mona Simonsen (1991), 9:33.57
• 200 rygg, Magnus Jákupsson (1994), 2:18.75
• 100 rygg, Magnus Jákupsson (1994), 1:04.77
Bronsa
• 200 firvald, Pál Joensen (1990), 2:12.55
• 100 firvald, Shaila millum Garðarnar (1984), 1:08.52
• 400 frí, Mona Simonsen (1991), 4:37.65
• 200 blandað, Pál Joensen (1990), 2:12.79
• 100 frí, Shaila millum Garðarnar (1984), 1:00.49
Svimjarar føddir 1995 og yngri ...
Silvur
• 50 bringa, Poula Ø. Mohr (1995), 40.23
• 50 frí, Birita Debes (1995), 30.52
• 200 frí, Eyðbjørn Joensen (1996), 2:20.63
Bronsa
• 50 rygg, Birita Debes (1995), 33.05
• 50 bringa, Tanja Skaalum (1997), 41.16
• 50 frí, Eyðbjørn Joensen (1996), 29.06
• 50 frí, Poula Ø. Mohr (1995), 30.70
• 200 frí, Poula Ø. Mohr (1995), 2:25.60
• 400 frí, Cecilia Eysturdal, 5:04.78
• 100 bringa, Poula Ø. Mohr, 1:29.74
• 100 frí, Poula Ø. Mohr, 1:05.79
Virðislønir fyri tey fimm bestu avrikini, sambært FINA stigtalvuni
1. pláss 1.000 € - Alexander Dale Oen, Noreg, 100m Bringusvimjing, 1:02.19, 905 stig
2. pláss 700 € - Pál Joensen, Suðuroyar Svimjifelag, 400m Frí, 3:53.71, 884 stig
3. pláss 400 € - Jakob Jóhann Sveinsson, Ìsland, 100m Bringusvimjing, 1:03.20, 863 stig
4. pláss 200 € - Henriette Brekke, Noreg, 50m Frí 25.89, 859 stig
5. pláss 100 € - Sara Nordenstam, Noreg, 200m Bringusvimjing, 2:31.87, 850 stig