Pól fer ikki til Val

Í løtuni er ógreitt, hvar landsliðsleikarin fer at spæla komandi kappingarár

Fótbóltur


Í mun til landsliðsópirnir, sum í fjør vórðu úttiknir, er vágbingurin, Pól Thorsteinsson, á ein hátt nýggjur maður hjá Allani Simonsem.

Landsliðsárið í fjør fór alt sum tað var við leikbanni, og enn er ein leikdagur eftir av hesum banni.

Tað verður tó roknað við, at hann aftur fer at teljast millum teir føstu, tá bannið er runnið, men meðan tað sostatt tykist vist, at hann nú aftur verður á landsliðnum, so tykist einki at vera fastlagt, um hvørjum felagi Pól skal spæla við hetta kappingarárið.

Í fjør spældi hann við íslendska Vali, sum tryggjaði sær uppflyting til bestu deildini, men tað tykist ikki sannlíkt, at hann ikki verður hjá Vali komandi ár.

Hvar Pól nú fer at spæla, er enn einki, sum bendir á, og sjálvur kemur leikarin heldur ikki við nakrari greiðari melding.

- Í løtuni kann eg bara siga, at einki konkret er í umbúna, og so er ikki stórt meira at siga um tað, sigur altso Pól Thorsteinsson.