Pál Joensen skal um vikuskiftið luttaka á ?Open EDF de Natation? í París, ið er ein av stóru fyrireikingarstevnunum til heimsmeistarastevnuna í summar. Luttakaralistin telur millum annað eina rúgvu av heimsmetahavarum, men tó so er Pál Joensen í topp 3 í báðum teimum greinum sum hann er tilmeldaður í, 400 og 1500 frí. Pál, venjarin Jón Bjarnarson og fysioterpeuturin Thurid Kjærbo komu í fyrradagin til Paris, eftir at hava verið á venjingarlegu í Callela, í spania, síðani 25. mai. Sambært venjarunum, Jón Bjarnason, er Pál væl fyri.
Luttakarar eru til dømis Libby Trickett, Marleen Veldhuis, Ranomi, Kronowidjojo, Femka Heemskerk, Inge Dekker, Hinkelein Schreuder, Therese Alshammar, Leisel Jones, Kylie Palmer, Alain Bernard, Eamon Sullivan, Fréderick Bousquet, Amaury Leveaux, Grégory Mallet, Fabien Gilot, Filippo Magnini, William Meynard, Randall Bal og Rafael Muñoz Pére, sum øll eiga galdandi heimsmet, annaðhvørt sum einstaklingur ella sum partur av eini liðsvimjing.
Pál skal svimja 400 og 1500 frí, við tilmeldingartíðunum 3:48.57 og 15:02.80. Í 400 frí er danski Mads Glæsner skjótasti maður við tilmeldingartíðini 3:45.38, síðani franski Nicholas Rostoucher við 3:46.00, og síðani Pál við 3:48.57. Í 1500 frí er tað Rostoucher sum er skjótastur við 14:57.00, síðani Mads Glæsner við 14:58, og síðani Pál við 15:02.80. Aftanfyri Pál er skjótasti 400 metra svimjari tann hálendski Arjen van der Meulen við 3:49.83, og skjótasti 1500 metra svimjari tann belgiski Tom Vangeneugden við 15:11.04.
Um vit hyggja at unga aldrinum hjá Pál, so er hann klárt tann skjótasti svimjarin árgang 1991 ella yngri,. Næsti 400 metra svimjari árgang 1991 ella yngri er nevniliga franski Yannick Agnel við 3:54.55, og næsti 1500 metra svimjari tann bulgarski Ventsislav Aydarski við 15:46.79.
Til ber at fylgja við stevnuni á heimasíðuni www.openedf.com, umframt við at lesa www.svimjing.com









