U17 landsliðsvenjarin, Pól F. Joensen sigur í samrøðu við Trónd Arge, at teir hava havt fokus á kondisjónina hjá spælarunum.
Trupuleikin hevur verið áður, at liðið aloftast bert hevur havt nóg nógva orku til ein avmarkaðan part av dystinum.
Pól F. Joensen er væl nøgdur við avrikið hjá U17 landsliðnum, sum higartil hevur tapt 0-2 ímóti Onglandi, og í kvøld 0-1 ímóti Noregi uppá eitt keðiligt brotsspark.
Á heimasíðuni hjá FA - tí enska fótbóltssambandinum gevur enski U17 landsliðsvenjarin, Kenny Swain føroyska U17 landsliðnum rós, og sigur, at talan er um besta føroyska U17 landsliðið, sum hann hevur sæð.
Greinin kann lesast á hesari leinkjuni: www.thefa.com/England/mens-u17s/News/match-centre/2012/faroe-islands-v-england/post-match-reports/swain-reaction-060812
(Mynd: www.football.fo)