Pál á europisku tindunum

Á seinast dagførda listanum er Pál enntá nummar tvey í Europa á 1.500 metra teininum. Bert ein russiskur svimjari hevur svomið teinin skjótari enn Pál, tá talan er um europiskar juniorar. Og eisini er Pál í top 10 á 400 og 800 metra frísvimjing. Og so skal leggjast afturat, at úrslitini í júst lidnu NM-kappingini ikki eru tald við á listanum. Í hesi kapping svam Pál seg annars til trý gullmerki.