Pál er vorðin OL-vón hjá dønum

Danmarks Radio slær fast, at Føroyar eru undir Danmark í olympiskum høpi, tí altjóða olympiska nevndin eins og ST ikki viðurkennir Føroyar sum sjálvstøðugt land.

- Tann 19 ára gamli Joensen er nú áhugaverdur fyri Danmark í olympiskum høpi, slær www.dr.dk fast.

 

Vit hava fylgt honum í longri tíð, og vit rokna við, at Pál Joensen kvalifiserar seg til olympisku leikirnar í London, sigur formaðurin í tí danska ítróttarsambandinum, Niels Nygaard við DR.

 

DR skrivar víðari, at altjóða sersambondini, teirra millum altjóða svimjisambandið hava eina nógv linari tulking, og at Pál Joensen tí kann svimja fyri Føroyar í HM og EM-høpi.

 

Víðari skrivar DR, at skal Pál sleppa til OL í London, so má hann kvalifisera seg á jøvnum føti við ?aðrar danskar svimjarar?, sum mugu klára kravtíðirnar hjá danska svimjisambandinum.

 

DR sigur frá venjaranum, Jón Bjarnasyni, at venjingarumstøðurnar fram til OL eru millum tær bestu. Jón greiðir DR frá, at teir kunnu bert venja í einum 25 metra hyli, og at teir hava einki hølið til styrkisvenjingar, og at teir tí mugu brúka sítt hugflog. Jón metir, at tað er ein sensasjón, at Pál hevur vunnið EM-silvur, eisini tí Pál ikki byrjaði at venja av álvara, fyrr enn hann var 16 ár.

 

- Potentialið hjá Páli er stórt. So stórt, at tað er realistiskt at droyma um eitt OL-heiðursmerki í London um tvey ár, sigur Jón Bjarnason við heimasíðuna hjá DR.

 

Við betri venjingarumstøðum ivast Jón Bjarnason ikki í, at hesin málsetningurin verður greiddur.