Pál er skelkaður

Hann kendi seg ikki væl, tá ið hann í kvøld svam innleiðandi í OL í Rio.

Við tíðini 15:18.49 var Pál Vitalis Joensen langt frá at svimja seg í OL-finaluna í 1500m frí, tá ið innleiðandi umførini vórðu svomin í kvøld. Við meira enn einum hálvum minutti frá sínari bestu tíð og næstan 20 sekundum frá sínari HM-tíð í fjør, var tað sum vera man ein vónbrotin Pál, ið stillaði upp til samrøðu eftir teinin.


- Tað føldist ikki væl frá byrjan. Eg svam seinri enn ta ferðina, ið eg eri vanur við, og eg fylgdi ikki við frá byrjan. Eg hevði eina keðiliga kenslu í kroppinum allan vegin, segði Pál við DR.

 

Les eisini: Pál ikki í finaluni


- Eg havi annars følt meg væl. Alt hevur verið eftir bókini, so hetta var fyrst tá ið eg kom í vatnið. Tað var ein skelkur, at eg ikki kláraði at halda ferðina, segði hann.