Tað gongur við meiri enn tann spentar ál hjá heimsstjørnuni Pál Joensen, sum tveir teir seinastu dagarnar hevur sett fýra føroysk met!
Í vikuskiftinum hevur stórsvimjarin úr Vági luttikið í kapping í høvuðsstaðnum, og við fýra føroyskum metum hevur hann so dyggiliga staðfest, at tað gongur væl í fyrireikingunum til OL í London, sum er góðar tríggjar mánaðir burtur.
Seinnapartin karvaði Pál meiri enn sjey sekund!! av metinum í 400 blandað. Gamla metið setti Pál í Oyggjaleikunum í Álandi í 2009. Tá var tíðin 4:26.18. Tá ið hann í dag setti nýtt met var tíðin 4.18.97!!
Fyrrapartin setti Pál met í 200 metra bringusvimjing. Pál átti sjálvur gamla metið, sum hann setti í Oyggjaleikunum í 2009. Tá var tíðin hjá honum 2:16.06. Í morgun legði hann teir tvey hundrað metrarnar afturum í tíðini 2:15.59.
Í gjár setti Pál nýggj føroysk met í 200 metra firvald og 200 metra blandað!