Pál er fjórðbest í øllum heiminum!

Bara tríggir menn í øllum heiminum eru betri at svimja 1500 metrar frísvimjing enn okkara egni Pál Joensen. Heilt leingi lá hann á triðja plássi, tí hann Ryan Cochrane og Sun Yang løgdu sjógv í millum seg og hinar fimm beinanvegin. Men ein sera sterkur endaspurtur hevði við sær, at Gergo Kis frá Ungarn yvirhálaði Pál á 1400 metrum. Pál gjørdist tí nummar fýra við tíðini 14.46.33! Talan er um persónligt met og norðurlendskt met!

 

Jón Hestoy sigur við Rás2, at hetta er heilt einastandandi.

- Hetta er nakað sum fólk leggja merki til. Pál er maðurin, sum skapar søguna. Hann kemur frá einum landi við 48.000 fólkum. Í OL 2012 kunnu vit bara droyma um, hvar vit eru við Pál, sigur Jón Hestoy millum annað við Rás2.

- Vit mangla rætt og slætt bara pengar nú. Vit svimja í talentum. Vit hava heilt óhoyrt nógv talentir samanborið við fólkatalið, men vanta fígging fyri at kunna føra menningina eitt stig víðari. Vit mangla ein 50 metra hyl heilt desperat í fyrireikingunum til OL, staðfesti Jón Hestoy.

 

Pál hevur staðið kravtíðina til OL. Ongin danskur svimjari fer at megna at taka tíðina hjá Pál Joensen áðrenn næsta ár, sigur Jón Hestoy, sum tískil er ivaleysur í, at Pál svimur á OL í 2012.

 

Gongdin í 1500 frí í heimsmeistarakappingini í Shanghai, har kinesiski Sun Yang setti nýtt heimsmet við tíðini 14.34.11, var annars henda:

 

100 metrar: Pál Joensen vendi sum nummar trý.

150 metrar: Cochrane, Sun Yiang og Pál hava lagt sjógv í millum seg og hinar.

300 metrar: Tað eru fleiri longdir millum tríggjar teir fremstu og so restina. Pál er 1,57 sekund aftanfyri Sun Yan

500 metrar: Nú er fyrsti triðingurin farin aftur um bak og Pál liggur væl fyri.

750 metrar: Pál hevur góð fýra sekund niður til mannin í fjórða plássinum.

850 metrar: Sun Yang vendir við tíðinini 8.16.82 og dregur frá hinum nú.

1000 metrar: Bert 500 metrar eftir. Nú styttist millum Pál og menninar aftanfyri.

1200 metrar: Pál skal seta ferðina upp, um hann ynskir at halda triðja plássið. Hinir hava sett endaspurtin inn.

1300 metrar: Tað er púra javnt millum Pál og nummar fýra, ungarska Gergo Kis.

1400 metrar: Pál hevur mist triðja plássið Gergo Kis.

1500 metrar: Pál gjørdist nummar fýra við tíðini 14.46.33. Heilt fantastiskt av Pál! Enn einaferð hevur hann bøtt um persónlig metið, sum eisini er norðurlendskt met. Pál er fjórðskjótasti svimjarin í øllum heiminum!

1500 metrar: Gergo Kis hevði tíðina 14.45.66. Kinesiski Sun Yang setti nýtt heimsmet á 14.34.14.

 

1500m frí finalan tíðir:

 

1. Sun Yang 14:34.14(Nýtt heimsmet)

2. Ryan Cochrane 14:44.46

3. Gergo Kis 14:45.66

4. Pál Joensen 14:46.33

5. Chad la Tourette 14:52.36

6. Peter Vanderkaay 15:00.47

7. Samuel Pizzetti 15:15.81

8. Yohsuke Miyamoto 15:20.67