Eftir fyrstu 22 kappingar er Pál Joensen einasti norðurlendingurin, sum hevur vunnið heiðursmerki í evropameistarakappingini fyri juniorar. Bretland er nummar eitt, Russland nummar tvey, Italia nummar trý, Týskland nummar fýra og Føroyar nummar fimm.
Soleiðis sær listin yvir heiðursmerkjabýtið út í evropameistarakappingini fyri juniorar eftir tríggjar dagar og 22 finalur.
Orsøkin til Føroysku plaseringina í topp-5 eru framúr góðu avrikini hjá Pál Joensen, sum hevur vunnið tvey gullheiðursmerki til Føroyar.
Listin yvir heiðursmerkjabýtið verður gjørdur upp soleiðis, at fyrst verður hugt eftir gullheiðursmerkjum, síðani silvurheiðursmerkjum og til seinast bronsuheiðursmerkjum.
Suverena støðan hjá Føroyum millum hini norðurlondini sæst aftur í, at einki av hinum norðurlondunum hevur vunnið nakað heiðursmerki yvirhøvur higartil.
Pál Joensen svimur leygardagin finalu í 800 m frí, og har hevur hann góðan møguleika at vinna enn eitt heiðursmerki til Føroya.
Heiðursmerkjabýtið til EJM 2008 í Beograd sær soleiðis út eftir 22 av 40 finalum:
Stórabretland: 5 gull, 2 silvur, 2 bronsu
Russland: 3 gull, 4 silvur, 7 bronsu
Italia: 2 gull, 4 silvur, 7 bronsu
Týskland: 2 gull, 2 silvur, 2 bronsu
Føroyar: 2 gull
Póland: 1 gull, 4 silvur, 3 bronsu
Serbia: 1 gull, 1 silvur
Frakland: 1 gull, 2 bronsu
Ukraina: 1 gull, 1 bronsu
Slovenia: 1 gull, 1 bronsu
Ungarn: 1 gull
Belgia: 1 gull
Holland: 2 silvur
Kekkia: 1 bronsu
Turkaland: 1 bronsu
EJM í Beograd endar sunnudagin. Seinastu kappingarnar hjá føroysku svimjarunum eru á skránni í morgin, leygardag. Rás2 sendir beinleiðis frá klokkan 1600.