Pál Joensen hevur fingið eina rúgvu av umrøðu í fjølmiðlunum seinastu árini. Vágbingurin sigur í Mánaðarblaðnum hjá Sosialinum, at hann dugir illa at handfara støðuna sum kendur.
- Eg veit ikki reiðiliga. Eg haldi ikki, at eg eri slagið, sum fer júst eftir tí. Men tað er stuttligt til tíðir. Fólk koma onkutíð at heilsa uppá, og tað er fínt. Tey siga seg eisini mangan vera í familju við meg. Tað er stuttligt, at fólk fylgja so væl við. Men eg veit ikki, um eg eri tann persónurin, sum dugir at handfara tað so væl. Eg eri nakað smæðin, sigur Pál Joensen í Mánaðarblaðnum.










