Pál dragnaði skjótt

Pál Joensen var við teimum fremstu fyrstu 400 metrarnar. Síðan dragnaði hann, og vágbingurin átti ein friðarligan leiklut

Tað er sagt, at tað var eitt stórt bragd, at Pál Joensen yvirhøvur hevði svomið seg í finaluna.
Tað er sjálvsagt rætt.
Men úrslitið í finaluni var ikki nøktandi. Fleiri høvdu vónir um heiðursmerki, men vágbingurin var langt frá ovastu plássunum.

Misti skjótt
Pál Joensen svam undir liðini á Glæsner, Colbertaldo og Gyurta fyrstu 400 metrarnar.
Tá dragnaði vágbingurin í smáum, og hann gjørdi lítið um seg.
Glæsner, Colbertaldo og Gyurta togaðust um oddasessin. Glæsner var fremstur leingi, men hinir fóru frá honum, tá 1100 metrar vóru lagdir afturum.
Glæsner vann seg aftur, og kom fyrstur á málið í finaluni.