Pál danskur meistari

Hartil setti Pál norðurlendskt met við nærum 2 sekundum, við at svimja 7:54.40, har metið hjá Mads Glæsner frá kapping í Ballerup í februar var 7:56.21.

 

Mona Simonsen royndi í 1500 frí eftir føroysku kravtíðina til heimsmeistarastevnuna í Rom í summar, sum er 17:32.36 í 50 metra hyli, men rakk tíverri ikki hesum máli hesaferð, hóast hon við tíðini 17:57.61 setti flott føroyskt met, og gjørdist fyrsta føroyska kvinna undir 18 minuttir.

 

Elspa Mørkøre hevði í 4x100 blandað ein síðsta kjans at klára donsku HM kravtíðina í 100 rygg, sum er 1:01.86, men kláraði tað tíverri heldur ikki hesaferð. Tíðin 1:02.90 var eitt lítið vet verri enn teir 1:02.74 hjá henni frá einstaklingafinaluni í 100 rygg, og Elspa kemur sostatt ikki at luttaka fyri Danmark á heimsmeistarastevnuna í summar.

 

Fylgið annars við á www.fsvim.com <http://www.fsvim.com/> , www.susvim.com <http://www.susvim.com/> og www.svimjing.com <http://www.svimjing.com/>, har vit m.a. nú skulu til at taka samanum, hvussu nógv heiðursmerki føroyingarnir vunnu, hvørjari kravtíðir tey kláraðu, og hvussu nógv føroysk met tey settu.

 

Danish Open er nú av á hesum sinni; men longu næsta vikuskifti verður avgerandi oyggjaleikaúttøkustevna í Tórshavn, samstundis sum Pál Joensen skal luttaka fyri Aalborg Svømmeklub á donsku meistarastevnuna fyri lið.

 

Lesið meira á http://www.fsvim.com