Við einum fantastiskum avrikið bjargaði Pál Joensen dønum OL luttøkuna í 4x200m frí. Danir komu ill frá byrjan og leingi sá út til, at tað fór at verða ógjørligt at náa kravtíðina, men við fantastiska avrikinum hjá Páli megnaðu teir akkurát at klára kravtíðna.
Danir høvdu sett 7:15.65 sum kravtíð til OL og endaliga tíðin hjá Mads Glæsner, Daniel Skaaning, Anders Lie og Páli Joensen varð 7:15.38 skrivar svimjing.com í kvøld.
Sambært heimasíðuni var høllin á gosi, tá Pál sum tann seinasti fór í hylin og framdi enn eitt meistaraverk.
Tíðirnar 4x200m stafett:
Mads Glæsner: 1:49.46
Daniel Skaaning: 1:49.04
Anders Lie 1:49.09
Pál Joensen 1:47.79
Samlað tíð: 7:15.38
Her er video frá kappingini:
www.swimmersdaily.com/2012/03/24/video-mens-4x200-freestyle-relay-at-danish-trials-2012/