Pól Arni: Hetta er eitt herðaklapp

Ársins sangari er Pól Arni Holm

Tvøramaðurin Pól Arni Holm fekk í áðni FMA-virðislønina fyri Ársins sangara í Popp/rokk bólkinum.

Pól Arni Holm hevur seinasta árið verið sera virkin í fólkarokkbólkinum Hamradun. Bólkurin gav í heyst nýggja pláta út, sum eitur Hetjuslóð, og hendan útgávan verið nógv at hoyrt í útvarpinum, og so hevur bólkurin havt fleiri konsertir síðan tá.

– Takk fyri! Ja, hvat skal mann siga? Tað eru nógvir góðir sangarar í Føroyum. At eg eri valdur, haldi eg er eitt herðaklapp, segði hann millum annað og takkaði Anniku og børnunum, og so takkaði hann eisini restini av bólkinum í Hamradun.

Pól Arni mannar bólkin saman við John Áka Egholm, Una Debess, Hera Reynheim, Finnur Hansen og Rana Christiansen.