Leygarkvøldið verður live-kvøld á Fortuna við Pól Arna og Jón. Teir hava báðir spælt í rokkbólkinum TÝR og í øðrum bólkum sum All that rain, Revival og Wild Child.
Pól Arni og Jón eru ?gamlir í garði? og spæla alskyns tónleik, føroyskan sum útlendskan, og royna at leggja seg eftir fólkatónleiki, so sum írskar og skotskar vísur.
Teir hava fyri tað mesta spælt í Suðuri og til onkra hendingaferð í Havn, Runavík og Klaksvík.
Í Barok verður diskotek við DJ LAJF.
Húsið letur upp kl. 22.00.