Pól Thorsteinsson boðaði herfyri frá, at hann ikki ynskti at halda fram í NSÍ, har hann hevur leikt tvey skifti. Nú gongur leiðin hjá sterka verjuleikarinum heim aftur til Vágs, har hann hevur skrivað sáttmála fyri komandi kappingarár. Pól Thorsteinsson, sum fekk sína fótbóltsuppaling júst í Vági, hevur síðan hann skifti frá VB/Sumba í 1997 leikt við íslendska Valur, B36 og NSÍ.









