Pál aftur bestur í Danmark

Nú er tað vorðið gerandiskostur, at Pál Joensen setir allar teir donsku svimjararnar upp á pláss!

Í gjár vann hann 400 metra kappingina í frísvimjing í Danish Open, sum í hesum døgum er í Keypmannahavn, og í kvøld vann hann 200 metra kappingina.

Pál setti nýtt føroyskt met. Tíðin hjá honum var 1:48.98. Gamla metið hjá honum var 1:50.04. Tað vil siga, at Pál svam 200 metra teinin meiri enn eitt sekund skjótari í kvøld, enn hann nakrantíð áður hevur gjørt!

Í gjár var Mads Glæsner nummar tvey á 400 metra teininum, og aftur á 200 metra teininum var hann næstfremstur. Tíðin hjá honum var 1:49.05.

Undan kappingini í dag segði venjarin hjá Páli, Jon Bjarnason, at tað átti ikki at verið nakar møguleiki fyri, at Pál kundi vinna hesa kappingina. At hann kortini megnaði tað ber boð um, hvussu væl fyri Pál Joensen er.

Høvuðskappingin hjá Páli verður sunnudagin, tá ið 1500 metra kappingin í frísvimjing er á skránni.