Pál aftur bestur

Nýggjársaftan varð Pál Joensen triðja árið á rað kosin sum ársins føroyska ítróttarnavn

Ítróttur

Jákup Mørk

jakup@sosialurin.fo


Hetta hendi í sjónvarpssending, sum varð fyrireikað, nú takast skuldi saman um ítróttarárið, ið fór.


Undan hesum hevði eitt panel gjørt fimm tilnevndingar, og so var tað upp til lurtararnar at greiða atkvøðu á heimasíðuni hjá Kringvarpinum.


Ikki óvæntað gjørdist Pál Joensen fremstur, tá atkvøðurnar vórðu taldar upp. Pál vann heiðurin framman fyri føroyska U21-landsliðið í fótbólti og Joan Bláfoss, sum kappast í triathlon.


Pál Joensen hevur aftur í ár fingið stór úrslit í altjóða kappingum, og tí kom tað neyvan óvart á, at hann varð kosin ársins ítróttarnavn í Føroyum í 2009.


-Eg havi havt bæði góð og minni góð úrslit í ár. Málið var at vinna hendan heiðurin, og eg eri fegin um at tað eydnaðist. Tað verður aftur málið næsta ár, segði Pál Joensen við Kringvarpið, tá ið hann tók ímóti steypinum.

Størsta úrslitið hjá Pál Joensen var gull í eini World Cup kapping í heyst.