Pól á 41 tindum í Vágum

Í eitt stórt samdøgur var Pól Sundskarð á 41 fjallatindum í Vágum

Tað eru bara nakrir fáir dagar síðani, at Pól Sundskarð fylgdist við og stuðlaði Jonhardi Larsen, sum rann úr Klaksvík og til Havnar.

At Pól liggur á liðini og rindar møðina eftir teir 76 kilometrarnar úr Klaksvík og suður í høvuðsstaðin er synd at siga.

 

Nú á hvítusunnu hevur hann tikið fjøllini í Vágum:

-Málið var at klára allar 41 fjallatopparnar á einum túri, og tað eydnaðist. Túrurin vardi tredivu tímar, og eg rann 102 kilometrar og 7200 hæddarmetrar. Fyrsta fjallið, sum eg var á, var Jógvansfjall, og tað síðsta var Lírisfellið, sigur Pól Sundskarð, sum bara fyri fáum vikum síðani tók øll fjøllini í norðasta parti av Suðuroy – frá Sandvík og suður til Froðbiar.

Myndir frá stórbæra túrinum á fjallatoppunum í Vágum eru at síggja á facebook vanganum hjá Pól Sundskarð.