P/F Wenzel vent gongdini

Partapeningurin mistur. Framhaldandi rakstur er treytaður av, at
kapitalgrundarlagið verður styrkt. Hetta var greiða talan frá grannskoðaranum hjá P/F Wenzel um ársroknskapin 2002. Petur Petersen, stjóri á P/F Wenzel, sigur, at ringa gongdin er vend, og framtíðin sær lovandi út

Bilasølan P/F Wenzel hevur verið í rættiliga trongum skóm. Roknskapurin fyri 2002 er alt annað enn góður. Fyritøkan hevði eitt hall á góðar 2.milliónir krónur.
Talan frá grannskoðaravirkinum, Rasmussen & Weihe, er greið: Allur partapeningurin er mistur, og skal fyritøkan halda fram við rakstri fyri eyga, er bráðneyðugt, at kapitalgrundarlagið undir fyritøkuni verður styrkt, og at fyritøkan vendir gongdini.
Grannskoðaravirkið tosar við stórum bókstavum, og eftir øllum at døma hevur tað gjørt mun.
Sambært stjóranum í P/F Wenzel, Petur Petersen, er gongdin vend . Við øðrum orðum er fíggjarliga støðan hjá elstu bilafyritøkuni í Føroyum betrað munandi.

Endurmeting
Petur Petersen greiðir frá, at leiðslan á P/F Wenzel hevði ein fund í august mánaði í fjør, har tað bleiv avrátt, at øll fyritøkan skuldi endurmetast.
? Høvuðstrupulleikin í fjør var vantandi likviditetur, og vit settu okkum fyri at fíggjarviðurskiftini máttu ongantíð ov skjótt fáast upp á pláss. Onnur viðurskifti hava heldur ikki riggað til fulnar, men tær ætlanirnir, vit settu okkum fyri í fjør, hava eydnast. Ringa gongdin er tí nú vend, sigur stjórin á P/F Wenzel.
Petur Petersen greiðir frá, at fyritøkan hevur ikki dult fyri nøkrum, at fíggjarliga støðan ikki var hin besta. P/F Wenzel hevur havt tætt samband við peningastovnar og útvegararnar, sum hava kunnað fylgt støðuni.

Pluss í ár
Stjórin sigur seg vænta, at fyritøkan kemur út við einum yvirskoti í roknskapinum í ár.
? Vit hava vent hvørjum steini, og tað hevur verið torført. Innanhýsis broytingar í fyritøkuni hava eisini verið gjørdar, har eg millum annað kom í stjórasessin. Eg setti mær fyri, at fyritøkan skuldi hava pluss á roknskapinum í ár, og tað sær út til at fara at eydnast. Vit eru væl fyri aftur, og tað er at fegnast um, at ætlanirnar, vit stungu út í kortið, hava eydnast og gongdin er vend, greiðir Petur Petersen frá.
Stjórin á P/F Wenzel gevur leiðslubólkinum eitt stórt herðaklapp fyri sítt góða arbeiði seinasta árið. Leiðslubólkurin hevur lagt nógv fyri, og hevur gjørt sítt til, at fíggjarviðurskiftini eru komin í rætt lag aftur.

Einasta undirskotið
Sambært roknskapinum fyri 2002 hjá teimum stóru bilafyritøkunum kring landið, er P/F Wenzel einasta fyritøkan, ið hevur reyð tøl at vísa á. Bilasølurnar Meinhard Arge, Berg Motors, Reyni Service og Ivan Johannesen kunnu nevnast sum bilafyritøkur, ið høvdu stórt yvirskot. Reyni Service var best fyri við heili 28 mio. krónur í yvirskoti.
Tað kann tykjast undrunarvert, at P/F Wenzel er einasta bilafyritøkan við undirskoti í fjør, tí Ford er eitt vælumtøkt bilamerki í Føroyum. Stjórin sigur, at tað er ikki nøkur eintýtt frágre|ðing um ringu fíggjarstøðuna í fjør. Tað vóru nógv ymisk viðurskiftið, ið gjørdu seg galdandi, men tað týdningarmesta er, at gongdin er vend, og framtíðin sær lovandi út, sigur Petur Petersen.

Ólóglig lán
Rasmussen & Weihe hartar eisini P/F Wenzel í roknskaparfrágreiðingini fyri at vera í stríð við partafelagslógina. Partaeigarar í fyritøkuni hava eftir øllum at døma lánt sær sjálvum pening úr fyritøkuni, og hesum loyvir partafelagslóggávan ikki. Petur Petersen sigur, at lánini eru nú avroknað, og tey viðurskiftini eru komin í rætt lag.