P/F Wenzel góðar 3 mió kr í yvirskoti

Bilasølan Wenzel, sum selur Ford og Volvo í Føroyum, hevði 3,3 milliónir krónur í yvirskoti í fjør. Tað vísir ársroknskapurin, sum júst er kunngjørdur á vinnuvitan.biz.

 

Bruttovinningur felagsins í 2017 var 13,6 milliónir krónur, og felagið hevur goldið 8,2 milliónir krónur í lønum. Eginogn felagsins er 6,9 milliónir krónur.

 

Høvuðsvirksemi felagsins fevnir um sølu av bilum og eykalutum, umvlælingum og tænastum.

 

Felagið vætnar, at virksemið í ár verður á sama støði sum í 2017, hetta kemur væntandi at hava við sær eitt árslit á sama støði sum í 2017.

 

Fíggjarliga gongdin í føroyska búskapinum hevur ávirkan á eftirspurningin eftir vørum og tænastum felagsins og harvið á rakstrarúrslitið hjá felagnum.

 

P/F Wenzel hevur latið partaeigarunum vinningsbýti upp á 6,6 milliónir krónur.

 

Tað eru tríggir partaeigarar í P/F Wenzel, sum skifti eigara beint fyri jól í fjør. Teir eru Rúni M. Djurhuus, Bárður Brimvík og Petur Slyne. Partabrøvini eru eisini trý í tali sambært ársroknskapinum: Eitt upp á 3,4 milliónir krónur, eitt upp á 91.000 krónur og eitt upp á 1,4 millión krónur. Rúni M. Djurhuus er størsti partaeigari.

 

Á ein hátt kann sigast, at P/F Wenzel er elsta bilafyritøka í Føroyum. Felagið fór á húsagang í stóru kreppuni í Føroyum í nítiárunum og varð endurstovnað, men síggja vit burtur frá tí, so hevur P/F Wenzel røtur heilt aftur til 1917, tá Wenzel Petersen stovnaði ein maskinhandil í Havn. Fyritøkan seldi fyrsta bilin, sum kom á land í Føroyum í 1922.

 

Síðani 2006 hevur Gunnar Justinussen átt P/F Wenzel við bæði bygningum og sum Ford og Volvo-umboð í Føroyum.

 

Síðani yvirtøkuna hevur Rúni M. Djurhuus verið stjóri í felagnum.