Rúni Djurhuus, stjóri hjá P/F Wenzel

P/F Wenzel fimmfaldar avlopið eftir fimm árum

Avlopið er hækkað úr góðum trimum milliónum krónum í 2017 til góðar 15 milliónir krónur í 2021

 

Rúni Djurhuus, stjóri hjá P/F Wenzel

Tað skrivar Business Line, bl.fo:

Høvuðsvirksemi hjá P/F Wenzel fevnir um sølu av bilum og eykalutum, umvælingum og tænastum í Føroyum umframt sølu av innkeypum frá heimamarknaðinum innan bilvinnuna. Felagið umboðar merkini FORD, VOLVO og Mazda í Føroyum.

Rakstrarroknskapurin hjá felagnum fyri 2021 vísir eitt avlop upp á kr. 15.184.797, meðan fíggjarstøðan hin 31. desember 2021 vísir eina eginogn upp á kr. 42.969.344.

Felagið væntar at virksemið í inniverandi ári verður á sama støði sum í 2021. Úrslitið fyri 2021 hevur verið gott, leiðslan væntar at úrslitið fyri 2022 verður á støði við 2020.

Sí vinnuskránna við fleiri upplýsingum um P/F Wenzel her

 

##med2##

 

Rúni Djurhuus, stjóri hjá P/F Wenzel