Magnus Gunnarsson
Vit hava enn einki orð fyri styling á føroyskum, kanska tað kemur nú teir hjá P/F Wenzel hava gjørt avtalu við týsku Rieger styling verksmiðjuna. Avtalan gongur út uppá at teir kunnu selja og montera stylingsett til flest øll bilmerkir. At styla bilar merk-ir at bilurin evt. verður senkaður og fær starmmari undirvogn, t.v.s. at hann d.t. fær lægri og strammari fjaðrar og onnur upphang, størri alu-felgur við lágprofil dekkum, sporingin verður annarleiðis o.s.fr. Bilurin fær t.d.spoilara á baklúkuna, aðrar kúfangarar við innbygdum spoilara og síðuskjúrt við gáttpanelini. Frá P/F Wenzel verður sagt at styling-settini verða seld til nógv lægri prís enn vit eru von við her hjá okkum.