P/F Vesturvón keypir Akraborg og Varðborg

Fleiri áhugaðir keyparar hava gjørt vart við seg, nú partrolararnir hava verið á sølulista, men stjórin á P/F Vesturvón, Ólavur Petersen, kann vátta, at teir hava gjørt keypsavtalu við eigararnar í Vági

Í góðum parlagi hava tey bæði vágsskipini, Akraborg og Varðborg, hálað nógv tons at borði, síðan miðskeiðis í áttatiárunum, tá tey kastaðu saman. Nú tykist søgan um hesar partrolarar vera at enda komin í Vági.


Eina tíð hava skipini staðið til sølu í bløðunum, og avgerðin um, hvør keypti skipini varð tikin í vikuni. Vágbingar sjálvir hava sambært keldum ligið framvið at ognað sær parið, men onki brúkiligt boð spurdist burturúr.


Tað er P/F Rávan við Fróða Thorsteinsson, stjóra, sum selur skipini, og Páll Augustinussen, ið er reiðari. Á skrivstovuni hjá Rávuni eru menn sera fámæltir. Váttað verður kortini, at fleiri hava verið og skoðað skipini, og at innkomnu boðini eftir øllum at døma hava ligið innan tey væntaðu mørkini. Einasta, ið Fróði Thorsteinsson vilsiga, at tað er við blandaðum kenslum, at teir hava valt at selja skipini.

? Akraborg hevur verið í okkara húsi síðani eg varð føddur. Tað skuldi sagt alt, sigur hann við Sosialin.


Orsøkin til, at skipini verða seld, er sambært heimildarfólki m.a. hon, at prísurin kann væntast at verða hampuligur í løtuni.


Gitingarnar um, hvør fór at stevna út um Grønutanga við skipunum tá avtornaði, vóru mangar. M.o. hevur P/F Vesturvón verið nevnd, og í hesum sambandi hevur verið sagt, at teir vilja rinda eigarunum góðar 11 mió. krónur. Prísin hevur ikki eydnast at fingið váttaðan, men Ólavur Petersen, stjóri á P/F Vesturvón váttar, at felagið hevur gjørt avtalu um keyp við eigararnar í Vági, og at teir fara at yvirtaka skipini seinni í vikuni. Tað eru serliga fiskiloyvini hjá skipunum, ið sambært Ólavi hava áhuga, men skipini fara fyribils at verða brúkt sum vanligt.


Fiskiloyvini størsti missurin


Jógvan Krosslá, borgarstjóri í Vági er í døpurhuga, nú vágbingar aftur fara at siga skipum farvæl. Nú Varðborg og Akraborg fara av fjørðinum, hava vágbingar mist fjórða skipið í ár. Áður eru Vágbingur og Vesturland seld.


? Talan er um nógv arbeiðspláss, bæði umborð, og tað sum hetta virksemið gevur á landi. Og eg havi ikki orð fyri, hvussu hugstoytt tað er, at skipini gleppa okkum av hondum, sigur Jógvan Krosslá, og leggur dent á, at talan er um nógv meira, enn bert tvey skip.


? Størri vandamál er tað, at fiskidagar og fiskiloyvi fara at skifta hendur, og vit verða teir, ið fara at sita tómhentir í tí sambandinum. Skulu fólk búleikast her á staðnum, er neyðugt, at lív er í vinnuni, og hetta er eitt fet hin skeiva vegin, staðfestir borgarstjórin, ið til seinast royndi at neyðhalda um lítli vónina fyri, at skipini vórðu verandi á hondum vágbinga.


Varðborg og Akraborg fóru báðar aftur til fiskiskap fyrr í vikuni, sum vanligt.