Sundurlyndi ella samanhald???
?Saman at halda var ei okkum givið? sigur skaldið, men sama skaldið sigur eisini,
?Stóðu vit saman Føroya synir sterku, kundu vit útint mangt eitt roysnisverkið.?
Mangur føroyingur man ganga við ynski um, at fast samband skal verða millum flest møguligar, um ikki allar, oyggjar okkara.
Hugskotið um partafelagið Vágatunnilin var sera skilagott, men mær tykir, at stovnanin av nýggjum partafelag til at byggja og reka Norðoya tunnilin, vísir ikki sørt av tí eyðkenda sundurlyndið okkara, sum skaldið yrkir um.
Hví ikki lata sama felag halda áfram aðrastaðni í landinum, tað hevði havt stórar fyrimunir og nógvar møguleikar við sær. Vit skulu hava í huga, at onnur enn vágafólk brúka og gjalda Vágatunnilin, verður tað kannað, ivist eg onga løtu í, at meginparturin av hesum brúkarum og gjaldarum búgva í Suðurstreymoyar øki. Men eisini sandoyingar, suðuroyingar, norðoyingar og allir arðir føroyingar eru, í stóran mun, brúkarar og gjaldarar av Vágatunlinum.
Tað er óivað rætt at lækka gjaldið fyri at koyra gjøgnum Vágatunnilin, tá hann er útgoldin, men tað er ikki rætt at taka alt gjaldið av, betri hevði verið um p/f Vágatunnulin og p/f Norðoyatunnilin vórðu samanløgd og samstundis fingu til uppgávu at fyrireika, byggja og reka undirsjóartunlar allastaðni í landinum, har tað er rímuligt og gjørligt.
Skulu vit gera okkum tankar um at fáa fast samband til flestu oyggjarnar, so er hetta óivað einasti møguleiki.
Okkum nýtist bert at verða mint á el-orku útbygganina av landi okkara. SEV er gott fyridømi, navnið merkir jú Streymoy/ Eystoroy/ Vágoy, men loksins komu allar Føroyar uppí, og soleiðis varð el-útbyggingin framd um alt landið og øll fáa streym fyri sama gjald. SEV lækkar ikki el-prísin í til dømis Vágs kommunu, hóvast elverkið í Botni óiva mangar ferðir hevur goldið seg aftur, SEV hækkar heldur ikki el-prísin í til dømis Mykinesi, hóast streymurin har er dýrur at framleiða.
Víst er møguligt at útbyggja fastsambandið bæði til Sandoyar, Suðuroyar og manga arðastaðni við. Spurningurin er bert um vit lata samanhaldið ella sundurlyndið ráða, um vit hava politikkarar, ið tora at hugsa landspolittiskt, ella tey sum allarhelst vilja reka sín egna lokalpolitik.
Miðflokkurin hevur fólk, ið tora at hugsa landspolitiskt og duga at síggja landið sum eina eind.
VEL MIÐFLOKKIN.