P/F Poul Hansen ? móttøka fyri trimum starvsfólkum

Í gjár var móttøka hjá P/F Poul Hansen í Havn, tá trý av starvsfólkunum góvust eftir langa og trúgva tænastu. Tey vóru Sigmund í Hoyvík, ið hevur starvast har í 47 ár, Jens Petur Egholm í 46 ár og Paula Hansen í 25 ár.

Sigmund í Hoyvík er føddur í 1929, sonur Ingu, f.Bærentsen, av Sundi, og Petur Jacobsen, úr Kaldbak, sum búðu í Hoyvík. Sigmund er útbúgvin bankamaður og arbeiddi í Sjóvinnubankanum frá 1945, til hann byrjaði hjá Poul Hansen í 1956. Hann hevur verið bókhaldari, havt roknskap og innkrevjing um hendur og verið roknskaparleiðari. Fyritøkan átti tvey skip og leigaði fleri, hetta førdi nógv virksemi við sær í 50- og 60-unum. Sigmund hevur verið aktivur limur í Dansifelagnum í Havn síðan 1954 og var formaður har í eini 10 ár. Sum pensionistur fær hann tíðina at ganga, hann hevur eina trøð, nakrar seyðir og ymiskt annað at takast við sum t.d. kortspæl.
Paula Hansen er fødd í 1936 í Vági, dóttir Josefinu, f Luid, og Dánjal Midjord úr Hovi. Paula búði í Danmark frá 1960 til 1974. Hon hevur arbeitt hjá Poul Hansen síðan 1977, har hon hevur verið skrivstovukvinna og passað telefonina.
Jens Petur Egholm er føddur í 1933, sonur Margrethu, f. Niclasen, og Petur Egholm í Havn. Hann fór sum ungur til Danmarkar á handilsháskúla, síðan lærdi hann til krambarkall hjá FDB. Í 1956 kom hann aftur til Føroya og fekk starv sum sølumaður hjá Poul Hansen í 1957. Í 1964 var fór hann til Tvøroyar búgva, í sambandi við at Poul Hansen lat upp eina deild har. Hann var leiðari á deildini á Tvøroyri til 1977, tá hann kom aftur til Havnar at vera søluleiðari, samstundis sum hann hevði við proviantering av skipum at gera. Seinnu árini hevði hann bert við proviantering av skipum at gera. Sum sølumaður ferðaðist hann nógv runt í landinum og kom at kenna nógv fólk.
Hesi trý fólkini sum nú eru farin frá Poul Hansen, siga, at fyritøkan hevur verið eitt gott, spennandi og avbjóðandi arbeiðspláss. Tey hava trivist væl og havt góðar starvsfelagar.
Fyritøkan bleiv stovnað um árskiftið 1926-27 ? fyrst sum privat handilsfelag av Poul Hansen, heilsølumanni. 1. oktober 1963 varð virkið umskipað til partafelag. Í dag starvast 55 fólk hjá Poul Hansen á Hálsi í Havn. Frá hálvum august í ár flytur framleiðsludeildin, Krás, til Hósvíkar, har tíggju av starvsfólkunum koma at arbeiða.