P/f Okkara hevur tað trupult

P/f Okkara hevði í 2013 enn eitt undirskot av rakstrinum. Í 2013 gjørdist endaliga undirskotið 3,1 mió.kr. eftir skatt

P/f Okkara hevði í 2013 enn eitt undirskot av rakstrinum. Í 2013 gjørdist endaliga undirskotið 3,1 mió.kr. eftir skatt.

 

Tað skrivar vinnuvitan.fo í eini greining av roknskapinum hjá P/F Okkara.

 

P/f Okkara byrjaði sítt virksemi í 2010, og nýggja bryggjaríið byrjaði burtur úr nýggjum. At tað kostar at seta eina fyritøku á stovn og royna at vinna sær ein hóskandi marknaðarpart, so ein klárar seg, er P/f Okkara eitt gott dømi um.

 

Síðan P/f Okkara byrjaði í 2010, hevur undirskot verið øll fýra árini, tilsamans 11,3 mió.kr. Sjálvur grundraksturin hevur ikki borið seg, og úrslitið áðrenn rentur og avskrivingar – EBITDA – hevur verið negativt øll árini.

 

Í 2013 var EBITDA -1,3 mió.kr., tað vil við øðrum orðum siga, at tað kostaði eigarunum meir enn 100.000 krónur í halli um mánaðin at reka P/f Okkara í 2013, og tá er einki roknað til avskrivingar og rentur.

 

Leiðslan í P/f Okkara staðfestir eisini, at felagið ikki hevur havt tann vøksturin, sum leiðslan hevði væntað, samstundis sum útreiðslurnar vóru størri enn væntað.

 

Leiðslan hevur samstundis í 2014 arbeitt við at fáa meira eginkapital inn í felagið og at fáa eina skuldarsanering. Hetta hevur eydnast leiðsluni at fáa upp á pláss í ár.

 

Við hesum metir leiðslan tó ikki, at komið er á mál, men boðar í roknskaparfráboðanini frá, at tað framvegis eru stórar avbjóðingar fyri framman, ið kunnu gera tað neyðugt at styrkja um kapitalgrundarlagið.

 

Kapitalhækking var framd í mai 2014, tá núverandi partapeningur allur var niðurskrivaður til null, og samstundis vóru skotnar inn kr. 1.360.000 í nýggjum partapeningi.

 

Rentuberandi skuldin hjá P/f Okkara og dóttirfelagnum Sp/f AB Egg, sum eigur sjálvan bygningin, var við árslok 2013 20 mió.kr. Feløgini hava ikki verið før fyri at niðurgjalda rentuberandi skuldina, og skal felagið sum er gjalda meir enn 100.000 krónur um mánaðin bert í rentum.

 

Stóra avbjóðingin hjá leiðsluni er tí at fáa søluna upp, samstundis sum raksturin má rationaliserast enn meira, so at tað í fyrsta lagi fæst javnvág í raksturin, harnæst at loysa avbjóðingina við stóru skuldarbyrðuni. Hetta er neyðugt, skal tað eydnast at bjarga teimum 10 størvunum, ið eru hjá P/f Okkara, skrivar Vinnuvitan.fo