P/F Kemilux Industri og Mjøll hf. í Íslandi gera ein samstarvssáttmála

TÍÐINDASKRIV

P/F Kemilux Industri í Tórshavn í Føroyum og Mjøll hf. á Akureyri, Íslandi, hava skrivað undir ein samstarvssáttmála, har Mjøll hf keypir ein triðing av partabrøvunum í P/F Kemilux Industri. Hinir partaeigararnir eru Jóhann Eysturoy, stjóri í Kemilux Industri, og flutningsfyritøkan HH Trans, við Debes Petersen

Endamálið við hesum samstarvssáttmálanum er at styrkja virksemið hjá fyritøkunum bæði í Føroyum og Íslandi, og samstundis verður miðað ímóti vaksandi luttøku á tí útlendska marknaðinum. Árliga selja Kemilux Industri og Mjøll fyri umleið 60 milliónir Dkr., harav selir Kemilux fyri uml. 17 milliónir Dkr. og Mjøll hf. selir fyri uml. 43 milliónir Dkr.

Trygg marknaðarstøða
í Føroyum
P/F Kemilux Industri heldur til í Tórshavn. Fyritøkan varð stovnað í 1965, og tann sama familjan hevur mest sum tikið sær av rakstrinum alt hetta tíðarskeiðið. Kemilux hevur leingi staðið sterkt á tí føroyska marknaðinum og selir framleiðslu sína bæði til tað vanliga húsarhaldið og til føroysk virki. Harafturat selir fyritøkan umleið 30% av tí árligu framleiðsluni til onnur lond, eitt nú til Íslands, Noregs, Danmarkar, Grønlands og Kanada. Núverandi stjóri í Kemilux, Jóhann Eysturoy, sonur Schönning Eysturoy, sum legði lunnar undir virkið, verður framhaldandi stjóri í fyritøkuni.

Størsti íslendski sápuframleiðarin
Mjøll hf. er størsti íslendski framleiðarin av sápu og líknandi reinførisevnum. Fyritøkan varð stovnað í 2001 við at sápuvirkið Sjøfn hf, ið varð stovnað í 1932 og Mjøll hf, ið varð stovnað í 1942, vórðu løgd saman. Fyritøkan er á Akureyri og í Reykjavík. Partaeigarar í Mjøll hf. eru Sjøfn hf. á Akureyri, ið eigur 65%, og dr. Ásbjørn Einarsson í Reykjavík, ið eigur 35%.
Mjøll hf stendur sera sterkt á tí íslendska marknaðinum, og harafturat selir fyritøkan framleiðslu sína uttanlands. Teir seinastu mánaðirnar hevur Mjøll hf tikið upp annan tátt og er nú ikki einans framleiðari, men eisini ein fjølbroytt tænastufyritøka viðvíkjandi reingerð og framleiðslu av reinførisevnum. Aftrat tí at framleiða sápur og onnur reinførisevni, rekur Mjøll hf bæði vaskaríið á Sjúkrahúsinum á Akureyri, eitt reinsarí á Akureyri og tekur sær harafturat av tí dagligu reingerðini í fleiri og fleiri fyritøkum og almennum stovnum.

Stuðul fyri báðar
fyritøkurnar
Jóhann Eysturoy, stjóri í Kemilux Industri, og Baldur Guðnason, stjóri í Mjøll hf, siga, at sameining av hesum báðum fyritøkunum hevur fleiri fyrimunir fyri báðar partar. »Vit meina, at tætt samstarv millum hesar báðar fyritøkurnar hevur við sær ymiskar møguleikar, ið styrkja framleiðsluna í bæði Føroyum og í Íslandi. Hetta er galdandi fyri innkeyp, gransking, framleiðslumenning í sínari heild, ráðgeving og ymiska tøkni-tænastu, sølu- og marknaðarstøðu, og ikki minst fer hetta at økja um útflutningin. Báðar fyritøkurnar hava selt vørur uttanlands, og við at samansjóða virksemið kunnu vit røkka enn longur í so máta, og hetta fer at gagna báðum fyritøkunum«, siga teir báðir, Jóhann Eysturoy og Baldur Guðnason.
Fimm fólk verða í nevndini fyri Kemilux Industri; formaður verður Alfred Petersen, advokatur, Jóhann Eysturoy, stjóri, Debes Petersen, ið eigur flutningsfyritøkuna HH Trans, og eigararnir í Mjøll hf, Baldur Guðnason og dr. Ásbjørn Einarsson.