P/F Heri Thomsen er Føroya størsta flutningsfyritøka

Eftir yvirtøkuna av Farmaleiðum verður P/F Heri Thomsen ein stór og leiðandi fyritøka á flutningsøkinum á landi. Felagið hevur frammanundan 30 bilar, sum veita flutningstænastu við fiski, fóðuri og salti kring landið. Nú keypir felagið 15 bilar aftrat

Flutningur

Í morgun varð avtalan millum P/F Hera Thomsen og Strandfaraskip Landsins um yvirtøku av ognum hjá Farmaleiðum undirskrivað.
Tórhallur Thomsen, stjóri, sigur, at sambært avtaluni verður yvirtøkan av Farmaleiðum at rokna frá 1. apríl, og formelt verður hendan avtalan undirskrivað hósdagin í komandi viku.

Hægsta boð
Tað var P/F Heri Thomsen í Gøtu, sum hevði hægsta boðið upp á Farmaleiðir. Hetta boð var 4 mio krónur umframt meirvirðisgjald. Tvey onnur boð vóru, sum vóru lægri, og lægsta boðið var væl lægri enn boðið hjá P/F Hera Thomsen.
Við í keypinum av Farmaleiðum fylgir navnið, men ikki búmerkið hjá Strandfaraskipum Landsins.
- Vit keypa í stuttum navnið saman við 15 bilum við vognum og tilhangum. Hetta eru bæði nýggjari og eldri bilar, harav teir flestu hava nøkur ár á baki. Allir bilarnir hava køling og summir kunnu frysta.
Spurdur um prísin, heldur Tórhallur Thomsen, stjóri, at fyritøkan er keypt fyri umleið tað, sum marknaðarvirðið er.
- Tað er ikki við bilum, sum við víni; teir gerast ikki betri við árunum, sigur hann skemtandi.

Nýggjar avtalur
Hann vísir á, at við í keypinum væntar P/F Heri Thomsen, at viðskiftafólkini, sum Farmaleiðir høvdu, fylgja við.
- Men tað verður so okkara uppgáva at sygja fyri, at hesi viðskiftafólk halda fram at brúka tænastuna hjá fyritøkuni.
Tórhallur vísir tó á, at Samskip, sum hevur brúkt Farmleiðir, hevur funnið sær ein annan samstarvsfelaga.
- Vit vóna sjálvsagt, at tænastan hjá Farmaleiðum framvegis verður so góð, at vit í stóran mun varðveita tey viðskiftafólk, sum felagið hevur havt.
Hann vísir á, at við í keypinum fylgir eingin flutningsskylda, men felagið fer sjálvsagt at veita eina góða tænastu í teimum økjum, har Farmaleiðir hava havt sítt virksemi.

Stór fyritøka
Eftir keypið av Farmaleiðum verður P/F Heri Thomsen ein stór og leiðandi fyritøka á flutningsøkinum á landi.
Felagið hevur frammanundan 30 bilar, sum veita flutningstænastu við fiski, fóðuri og salti kring landið.
Næststørsta fyritøkan á flutningsmarknaðinum í Føroyum er ivaleyst OCD í Saltangará, sum hevur einar 20 bilar til fiskaflutning og annað. Sum vit hava skilt, er Smyril Line ein av teimum stóru kundunum hjá hesi fyritøku.
Tórhallur Thomsen sigur, at eftir hjá Strandfaraskipum Landsins av flutningsskyldu er útjaðarin í Føroyum og flutningurin um Suðuroyarfjørð, sum ikki er vorðin privatiseraður í hesum umfari.

Góð tænasta
- Vit fara at leggja dent á at hava eina so góða tænastu, sum marknaðurin loyvir, men vit kunnu ikki í løtuni siga nakað um prísirnar, sum ætlandi ikki skulu vera stórt øðrvísi, enn teir hava verið hjá Farmaleiðum.
Hann vísir á, at P/F Heri Thomsen fer at rationalisera flutningin, soleiðis at fyritøkan, tá ið saman um kemur, verður ein góð forrætning, bæði fyri viðskiftafólkini og felagið.
- Saman við verandi flutningi og verandi bilum, sum felagið hevur, er endamálið hjá fyritøkuni at tilrættaleggja virksemið so væl, at tænasta og prísir verða á einum kappingarførum stigi, sigur stjórin.

Fleiri fólk
Við yvirtøkuni av Farmaleiðum fær P/F Heri Thomsen helst brúk fyri einum 6-8 fólkum aftrat, og her verður í fyrsta lagi talan um bilførarar til stóru bilarnar.
- Jú, vit síggja hetta sum eina stóra avbjóðing, sigur Tórhallur Thomsen.
Tað er Eimskip, sum eigur partapeningin í felagnum, P/F Heri Thomsen.