HUXA-Fólkafloksungdómur
????
Er almenni fólkaskúlin í dag í lagi? Fáa vit nógvar góðar og dugnaligar næmingar aftaná 9 og 10 skúlaár? Er samsvar millum almennu játtanirnar og førleikan hjá næmingum aftaná 9 ár í fólkaskúlanum? Nei, spurningarnir viðvíkjandi hesum serliga eldfima evni eru nógvir. Kanska er tað tí, at eingin torir at stilla hesar spurningar alment. Hin almenni, føroyski fólkaskúlin er eitt hjartabarn hjá nógvum vinstrahallum røddum í tí føroyska samfelagnum.
HUXA Fólkafloksungdómur loyvir sær at nýta sín demokratiska rætt at hugleiða um støðuna hjá tí føroyska fólkaskúlanum. Eisini vilja vit koma við einum dømi, ikki álopi, hvussu ein almennur fólkaskúli kundi blivið betri við øktari kapping millum skúlar.
Fólkaskúlin í dag sigst ikki at vera betri enn fyrr. Pedagogiska undirvísingin við nógvum skeiðum fyri lærarar, ið tíverri ofta verður lagt í skúlatíðini, tykist ikki hava verið til stóran bata fyri fleiri av teimum so mongu næmingunum í føroyska fólkaskúlaheiminum.
Næmingarnir roykja ongantíð meiri í dag enn áður. Næmingarnir hava aldrin skulkað meiri enn hesi seinastu fimm, tíggju árin og krøvini til lærarar og næmingar eru í stóran mun blivin linari. Lærarnir sleppa ofta avstað við løttum, við at nýta sama gamla tilfarið. Summar av bókunum røkka heilt aftur til 60?árini. Ein loysn kundi verið studningur, eins og í miðnámsskúlunum, har næmingar fáa høvi at keypa nýtt og dagført undirvísingartilfarð.
Ongantíð fyrr hevur so nógv góðgæti verið við til at oyðileggja tenn hjá næmingum og undirvísingartímar hjá lærarum. Hetta er nakað, ið nógv verður tosað um, men ov lítið er gjørt við.
Eiheldur gera foreldur og lærarir nóg nógv fyri, at børn um 14 ár ikki skulu ganga skít og mala í býnum aftaná uml. kl. 03.00 leygar- og sunnumorgnar. Hetta eru ting, sum gera sítt fyri, at skúlagongdin órógvast, tá ið hugsað verður um allar teir vandar, sum eru í størri mun eru í dag enn fyri nøkrum árum síðani.
Hvat við børnunum við serligum tørvi? Fáa tey nøktandi hjálp frá fólkaskúlanum? Ikki eftir okkara tykki, tí tað almenna Føroyar hevur einfalt ikki ráð. Tað, er so í sjalvum sær ein sjálvfylgja, tá ið hugsað verður um allar tær himmalhøgu almennu útreiðslurnar, sum skulu til fyri at halda tí sokallaða norðurlendska/universella vælferðarmynstrinum koyrandi. Hvør fíggjar? Jú, tað ger Palleba, eisini hann sum eingi børn eigur.
Hvat er trupulleikin við privatiseringum av nøkrum almennum fólkaskúlum? Hetta hevði kunnað virkað fyri, at støðið á teimum almennu skúlunum hevði hækkað. HUXA dugir illa at ímynda sær, hvussu førleikin í fólkaskúlanum hevði blivið verri, enn hann er í dag, um privatiseraðir fólkaskúlar hevði verið partur av gerandismyndini.
Við einari rakstrarjáttan á fíggjarlógini á góðar 230 mió. kr,- um árið, er heldur torført at skilja, hví støðan í tí almenna føroyska fólkaskúlanum er so vánalig, sum hon er.
Allir spurningar um fígging og hølisviðurskifti, læraraførleika o.s.fr. hevði verði loystir nógv einfaldari á privatum grundarlagi. Foreldrini hjá børnum høvdu nógv lættari kunnað havt samskifti við lærarar og leiðslu, og veruliga sæð mun á førleikanum hjá børnunum. Kappingin millum skúlarnar hevði hækkað undirvísingarstøðið, uttan tað endiliga hevði kostað nakað eyka.
Tann brennandi spurningurin er, hvat við teimum, sum ikki hava ráð? Tað er ein reellur spurningur. Sum øllum kunnugt, gjalda vit øll skatt til m.a. til fólkaskúlan. Um foreldur velja, at koyra børn í ein almennan skúla, so høvdu tey per automatikk goldið fyri børnini gjøgnum beinleiðis skatt av inntøkuni, meðan tey, sum velja at koyra børnini í ein privatiseraðan skúla, fingu møguleika at gjalda skúlagongdina við einum skattafrádrátti áljóðandi prísinum, ið tað prosentvís kostar um mánaðin í skatti at hava børnini í einum almennum skúla. Hettar vil við øðrum orðum siga, at fólkaskúlar høvdu verið fyri øll, men talan var minni almenna uppíblanding og størri skúlavalfrælsi til ta einstøku familjuna.
Fíggingarloysirnar eru mangar! Ja, hetta er ein nýggjur tanki í føroyskum hugaheimi. Hesin tankin gevur landsstýrinum møguleikar at spara pening, umsiting og orku, og samstundis økir hetta um førleikan hjá ungdómi okkara aftur at fáa eina disiplineraðan, sunnan hugburð til skúlan.
Vit í HUXA Fólkafloksungdómi vilja kasta ljós á hetta økið í føroyska samfelagnum, tá ið framtíðarútlitini fyri núverandi vit-anarsamfelagi krevja eitt gott grundarlag fyri víðari lestur og útbúgving.