P/F BILASØLAN skiftir eigarar

Hendrik Egholm og Christian Nagata hava keypt Bilasøluna í Hoyvík

Hendrik Egholm og Christian Nagata hava keypt partapeningin í P/F Bilasøluni frá Gunnari Justinussen og Rúna Lindberg. Framyvir verður Hendrik Egholm stjóri, og Christian Nagata nevndarformaður.

P/F Bilasølan umboðar dygdarmerkini Audi, Volkswagen, Skoda og Mazda. Umframt mekaniskan verkstað, eigur Bilasølan eisini plátuverkstaðin Prolakk. 30 fólk starvast á Bilasøluni/Prolakk.