Vinjard Magnussen. Sørvág
Ja, Barbara Samuelsen, ella tit ið sjuskaðu við redigeringini í degi og viku hóskvøldi, og gloymdu at klippa hesa heldur óhepnu meðalvarping út, eru góður íblástur til yvirskriftina á hesum lesarabrævi. Meiningin var annars at nýta yvirskriftina:" Hvat er galið við klakksvíkingum?" Men eg helt, at meðalvarpingin hjá Barbaru hóskaði so nógv betur at lýsa klakksvíkingar við... Tað er serliga orði "umaftur" ið eg hefti meg við.
Tað er ikki lang tíð síðani, at klakksvíksprestur var í teim føroysku bløðunum, fyri at koma eitrinum, ið nevnist slatur til lívs. Slatur um seg og sítt húski. Minnist meg rætt var tað rættiliga vemmiligur slatur, sum ikki ein hvør megnar at bera. Eg sum búgvi íSørvági, og hvørki kenni prestin ella klakksvíkingar, havi tí ongar fortreytir til at taka støðu í einum slíkum málið. Men tað er heldur ikki endamálið at eg skrivi. Tí nú hendir nakað tað sama "p...doy also umaftur" (fyri at citera Barbaru) har norðuri.
Heldur ikki í hesum málinum um Getsemane havi eg fortreytir at taka støðu, hvør hevur rætt ella skeivt. Men tað sum eg meini er dundrandi skeivt, er at øll tey ið ákæra, eru duld og siga seg ikki tora traðka fram. Meðan tey ið ákærd vera, skulu gera so væl at stilla upp, og svara ákærum sum tey ikki eingang vita hvagar tær koma frá. Halló er nakar heima har norði? Hevur ongin av tykkum somikið "guts?" Um tykkara ákærur eru væl grundaðar, og tit vilja nakað konstruktivt við hesum, so stígi fram! Onkur av tykkum foreldrum sum eru so bangin um tykkara børn, Standi fram og sigið tað tit hava hug at siga! Latið okkum fáa veruligt fakta á borið. Skal ein trúgva André í morgunsendingini í farnu viku, so hevur ikki eitt, av hesum avvarðandi havt nakra samrøðu við hann. Leingi livið tann "konfliktsky" føroyingurin.
Men tann sum ber prísin í øllum hesum, er sálafrøðingurin Heri í degi og viku. Hann hevur rætt í, at tað er ein stór ábyrgd, at hava við ungdóm at gera. Og at ungdómur og børn eru ógvuliga viðbrekin, og taka lætt ímoti ávirkan. Men har frá at siga at André ikki er at tosað við, at onki hevði komið burtur úr, um eitt foreldur tosaði við hann. Á henda hátt at viðgera, og gera niðurstøður um ein persón haldi eg er langt úti. Antin er Heri ein heilt ótrúliga dugnaligur sálarfrøðingur, ið kann"diagnosera" fólk útfrá eini 5 min. reportasju, sum Kringvsrpið hevur klipt bæði sundur og saman. Ella er hann heilt ótrúliga óprofessionellur, og fullur av forútfataðum meiningum. Eg kundi eísini sagt, at hann bæði er arrogantur, tápuligur og allarhelst brúkar ein bíligan deodorant. Men so geri eg sama feil sum hann, nevnliga dømi hann útfrá somu fortreytum sum hann dømdi og "diagnoseraði" André so meistarliga í Degi og Viku:"Tað hevur eisini eina ábyrgd við sær at úttalað seg sum sálarfrøðingur" Heri góði. Tað ábyrgd tókst tú hóast alt frægast við ikki at vera fjaldur og dulnevndur í mun til hasa dulnevndu mammuna.
Tað syrgiliga? Ja tað er at tey ið ákæra og partvís íspinna søgur sleppa undan øllum hesum. Er tað nakar við mær ið hevur hug at rópa CHICKEN? Andre og hansara familja hava vónandi harða húð í hesum døgum. So kunni vit kjakast sum vit vilja um at brenna fløgur, um vill møtir, um dópar, um tungutalu, religiónsøsing osv. tað er onki nýtt í tí kjakinum. tey kjakaðust eisini um tað í bíbliuni. og fara óiva at halda áfram við tí. Men tað sum eg eftirlysi er moralin í kjakinum. Er hann fullkomiliga gloymdur? Hevur hann onki at siga, bara so leingi eg sleppi at siga mína hugsan og sleppi undan at taka ábyrgd av mínum orðum?
Um orðini skulu hava nakra vekt má navn og andlit leggjast til.
Kanska ein fer, nú norðoyar tunnilin opnar, á møti í Getsemane. Var einaferð til eitt bønarskeið. Tað var bæði gott og uppbyggjandi fyri anda sál og likam. Tað var eitt sindur larmut, men ikki meir larmut enn fótbóltsdystir, dansur og annað vit føroyingar uttan trupuleikar fara til, uttan at draga dulnevnir í fjølmiðlum og sálarfrøðingar uppí leikin.
Við kjakmoral kvøðu.