Mest sædda sjónvarpsrøðin í heiminum, C.S.I. Miami fær í næstum vitjan av Sean ?Diddy? Combs. Hiphopstjørnan hevur stórar ambitiónir um at fáa eitt gjøgnumbrot sum sjónleikari og hann hevur í hesum sambandi tryggjað sær ein gestaleiklut í ?C.S.I. Miami?, har hann m.a. fer at spæla saman við David Caruso.
P. Diddy hevur higartil skrivað undir upp á at vera við í tveimum pørtum, sum verða víst í byrjanini av 2009. Leiklutur hansara verður ein almennur ákærari.