P-dagur hjá Restorffs

Páskabryggið 2006 frá Restorffs Bryggjarí verð­ur at fáa frá fríggjadegi komandi. Í hesum sam­bandi verður P dagur friggjadagin millum klokk­an 17-18.00 ymsastaðni kring landið.
Av Restorffs Bryggjaríi siga tey, at páskabryggið er bryggjað av munchener og lagurmalti. Tað er skúm­andi við døkkum liti, runt og vælsmakkandi. Tað verða bert tappaðir 30.000 fløskur av hesum bryggi.